top of page
Forside_ikon_01.png
Kanningar

Vit kunnu kanna hús og virkisbygningar fyri flest allar inniklimatrupulleikar. T.d. orkutap, vætu, blámusopp, hússopp, luftskifti, CO2 og formaldehyd.

Harumframt kunnu vit ráðgeva um hvussu tú kanst minka um vandan fyri at fáa trupulleikar við vætu og blámusoppi o.s.fr.

Prísir úr kr. 5.000,-

Hammer_ikon_ny_69x69.png
Støðulýsingar

Skilagott er at gera kanningar av bygningum, áðrenn um- og útbyggingar verða framdar, ella bara fyri at fáa staðfest, um bygningurin er í lagi.

 

Við eini støðulýsing gerst lættari at leggja til rættis umvælingararbeiðið. 

 

Ein støðulýsing kann víðkast til at fevna um kostnaðarmetingar av møguligum brekum, ið skulu umvælast. 

Støðulýsingar
Forside_ikon_03.png
​Ráðgeving í samband við keyp

At keypa eini hús er ein tann stórsta íløgan vit gera.

Hvussu tryggjar tú teg best mótvegis skjuldum feilum, so at dreymurin ikki gerst ein marra?

 

Ert tú nóg væl tryggja/ur við eini ognaskiftistrygging?

 

Vit hjálpa tær gjøgnum keypiprocessina og kunnu kasta ljós á ymisk ivasom viðurksiftir í ognini, áðrenn keypt verður

Forside_ikon_04.png
Teknisk ráðgeving

Tað er umráðandi at tryggja sær at bygningsfysikkin er í lagi tá ið bygt verður. Skeivt samansettir bygningslutir, kunnu elva til inniklimatrupulleikar og soppavøkstur.

 

Við eini útgreinan av bygningslutunum áðrenn bygt verður ber til at tryggja sær bygningslutir, ið ikki fara at elva til trupulleikar seinni. 

Prísir úr kr. 1.500,-

Teknisk ráðgeving
bottom of page