top of page
Billede.jpeg

Mycometer Surface

Inniklima.fo hevur góðkent fólk til kanningararbeiðið við Mycometer-háttinum.

 

Ein Mycometer Surface-kanning er ein skjótur og ómakaleysur háttur at kanna, um soppur veksur á bygningslutum. Hátturin setir ikki spor eftir seg, og tað er ikki neyðugt at gera destruktiv átøk fyri at kanna bygningslutirnar.

 

Kanningin á staðnum tekur úr umleið 15 minuttum upp í ein tíma alt eftir, hvussu nógvar royndir skulu takast.

Kanningin á starvsstovuni tekur umleið ein tíma, ið ger Mycometer væl egnað, um tit vilja hava gjørda eina skjóta kanning.

 

Hátturin verður nýttur til at:

 

  • Kanna, um mislitur á yvirflatum er blámusoppavøkstur ella ikki

  • Kanna, um t.d. ein vatnskaði hevur ment seg til soppavøkstur

  • Avmarka vakstarøkið, tí soppavøkstur er ikki í øllum førum sjónligur

  • Góðskutrygging eftir umvæling/reingerð

Billede 2_edited.jpg

Mycometer FAI

Stundum uppliva brúkarar plágur av inniluftini, men duga ikki at finna orsøkina. Sopppur veksur ofta á støðum, sum ikki eru atkomilig, og trupult kann tí vera at staðfesta, um soppavøkstur er í bygningi ella ikki.

 

Mycometer Air er ein háttur, ið verður nýttur, tá illgruni er um, at soppur veksur á fjaldum støðum, og sum ikki kann staðfestast við flaturoyndum. Royndir verða tiknar við at skilja luftina ígjøgnum eitt filtur, ið síðan verður kannað á starvsstovu okkara.

 

Kanningin á staðnum tekur umleið ein hálvan tíma, uppfylgjandi kanningin tekur einar 15 minuttir, og kanningin á starvsstovuni tekur ein tíma. Hesin hátturin er tí serliga væl egnaður, um tit vilja staðfesta skjótt, hvussu støðan er.

 

Hátturin verður nýttur til at:

  • Kanna nøgdina av soppasporum í inniluftini

  • Finna keldur til soppavøkstur

  • Rutinukanning av inniluft

  • Góðskutrygging av renoveringsuppgávum

AÐRAR KANNIGAR
Billede 3.jpeg

Aðrar kanningar

Inniklima.fo ger eisini kanningar av m.a. Asbest, PCB og  blámusoppi á agarplátum.  

Inniklima.fo samstarvar við Teknologiskt Institut um slíkar kanningar, tá førleiki enn ikki er at greina hesar á starvsstovu í Føroyum. 

bottom of page