top of page

Inniklima.fo
 

Inniklima.fo veitir eina røð av tænastum og ráðgeving innan inniklima.

Vit gera vætu- og soppakaningar, og veita neyðuga ráðgeving og kostnaðarmeting í mun til at loysa trupulleikan.

 

Vit seta upp dátumátingar, ið loggar hita, vætu, Co2, Radon, HCHO/VOC bitlar og onnur viðkomandi evni, ið kunnu hava ávirkan á innihvørvið. Eisini veita vit neyðugu ráðgevingina í hesum sambandi. 

Vit gera vætugreiningar av bygningslutum í sambandi við bygging soleiðis, at byggiharrin kann verða tryggur í, at talan er um sunnar bygningslutir, ið ikki seinni koma at hava neiliga ávirkan á inniumhvørvið í bygninginum. 

Vit samstarva við starvstovurnar hjá Teknologisk Institut um kanningar sum førleikar enn ikki eru at greina í Føroyum, sum t.d. Asbest, PCB.

 

Inniklima.fo var partur av LBF Ráðgevandi verkfrøðingum, men er nú sjálvstøðugt virki hjá Jón Nordendal.

 

STARVSFÓLK

Mynd-16_edited.png

PARTNER

Jón Nordendal

Byggifrøðingur

Eg var útbúgving byggifrøðingur í 2001 við sergrein í inniumhvørvið.

 

Eg havi síðan loknan lestur arbeitt við inniumhvørvi og havi nú drúgvar royndir at gera kanningar av inniumhvørvi og bygningslutum  og at veita ráðgeving um loysnir, tá trupulleikar vísa seg og at ráðgeva um byggitøkniligar rættar loysnir, fyri at fyribyrgja trupulleikum við inniumhvørvinum. 

Góðkendur at gera Mycometer Surface og Air kannignar.

Skeið i inniklima hjá Molio

Ymisk soppaskeiðir hjá Teknologisk Institut

 

bottom of page